Øssur Dalbúð, sum seinast spældi í Føroyum í 2013, er ein umbiðin harri í føroyskum fótbólti. Sum skilst, so hava fleiri feløg bjóðað honum sáttmála til komandi kappingarár.
26 ára gamli áleyparin hevur seinni árini spælt í Danmark, har hann eisini er undir útbúgvin. Tað er í løtuni óvist, um hann spælir í føroyskum fótbólti komandi kappingarár.
- Eg veit ikki heilt hvussu tað verður við lestrinum fram til í summar, men eg skal í hvørtfall verða í Danmark fram til fyrst í apríl, sigur Øssur Dalbúð, sum váttar at fleiri feløg at sett seg í samband við hann.
Hann vil tó ikki seta navn á feløgini, men sum skilst so er talan um feløg sum KÍ, ÍF og NSÍ, umframt at feløg sum HB og AB í løtuni leita eftir áleypara.
Bæði í 2010 og í 2013 spældi Øssur í Føroyum við ÍF. Bæði árini skoraði hann 13 mál.











