Einans 49 prosent av føroyskum 5. floksnæmingum hava grundleggjandi svimjiførleika, sum í norðurlendskum høpi merkir at megna at svimja 200 metrar, vísir kanning hjá Svimjisambandi Føroya.
Føroysk skúlabørn fáa frálæru í svimjing longu frá 1. flokki og sambært námsætlanini skulu føroysk skúlabørn duga bringusvimjing, crawl, ryggcrawl og sjálvbjarginarsvimjing, tá tey eru liðug við 6. flokk. Námsætlanin útgreinar tó ikki nærri, hvussu mett verður, um næmingurin dugir ymisku svimjihættirnar. Einki verður heldur sagt um, hvussu langt ein næmingur skal megna at svimja. Norðurlendsku svimjisambondini meta, at ein má megna at svimja 200 metrar, um ein skal roknast at hava grundleggjandi svimjiførleika.
Svimjisamband Føroya gjørdi í 2011 eina kanning um svimjiførleikan hjá 5. klassabørnum í Føroyum. Gott og væl 90 prosent av øllum 5. klassabørnum í Føroyum svaraðu kanningini. Líknandi kanningar verða eisini gjørdar í hinum norðurlondunum, og vit hava tí møguleikan at samanbera svimjiførleikan hjá føroyskum børnum við grannar okkara.
Í kanningini frá Svimjisambandinum sæst, at 49 prosent av føroysku børnunum megna at svimja yvir 200 metrar, tað vil siga, at tey hava grundleggjandi svimjiførleikar, tá tey ganga í 5. flokki. 20 prosent megna ikki at svimja 200 metrar, meðan 30 prosent vita ikki. Hesi tølini eru lægri enn fyri bæði Danmark og Noreg. Í Noregi eru tað eitt lítið vet fleiri, ið hava svimjiførleika, meðan í Danmark eru tað nærum 70 prosent.
Les meiri um málið í mikudagsblaðnum, ið verður borið út í hvørt hús.










