Føroysk arbeiðspláss stórt trot á kvinnum

Serliga merkisverd er støðan hjá teimum í aldrinum frá 20-24 ár

 

Tilsamans telur arbeiðsfjøldin í Føroyum 28.557 fólk.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni

Úrslitini frá arbeiðsmarknaðarkanningini, ið varð gjørd í november 2013, eru nú tøk og tey vísa, at tilsamans telur føroyska arbeiðsfjøldin 12.900 kvinnur og 15.600 menn.

 

At tað eru fleiri menn enn kvinnur í arbeiðsfjøldini kemur lutvíst av, at tað eru nakað fleiri menn enn kvinnur í Føroyum í hesum aldursbólkunum.

 

Men Hagstovan sigur, at tað er merkisvert, hvussu stórur munur er á arbeiðsfjøldini í aldrinum 20-24 ár,  tí har telur arbeiðsfjøldin einans 961 kvinnur, samstundis sum tað eru 1.535 menn í sama aldursbólki til arbeiðis.

 

Størsta arbeiðsstyrkin er í aldrinum 45-54 ár, har tilsamans 6.286 fólk eru til arbeiðis, 2.878 kvinnur og 3.408 menn.

Men tað eru eisini heilt nógvir fólkapensjónistar í Føroyum sum framvegis arbeiða, tí í aldrinum frá 67-74 ár eru tað 1.126 fólk sum framvegis arbeiða, 330 kvinnur og 796 menn.

 

Men sum talvan vísir, er javnasta kynsbýtið í arbeiðsstyrkini í Suðurstreymoy, og størsti ójavnin er í Norðurstreymoy.