Føroyingur silvur fyri Grønland

Oyggjaleikir: 39 ára gamli fuglfirðingurin, John Rasmus Eldevig, sum hevur búð í Grønlandi, síðani hann var 11 ára gamal, hevur á Bermuda vunnið oyggjaleikasilvur við grønlendska manslandsliðnum í fótbólti.

Grønland tapti í finaluni fyri Bermuda, og sum skilst, vóru grønlendingar illa nøgdir við mátan, teir taptu uppá, tí teir fimm minuttir fyri tíð hildu seg fáa eitt brotsspark ímóti sær, sum einki hevði upp á seg.

Ígjøgnum allan dystin høvdu teir flest málmøguleikar og meira spæl, men tað rakk so ikki til nakað gullmerki hesaferð.

Umframt John Rasmus, hevur eldri beiggi hansara, Jens Christian Eldevig, eisini spæl á grønlendska fótbóltslandsliðnum, og báðir hava verið verið ársins spælari í Grønlandi.