Føroyingur særdur í yvirgangsálopinum

Mynd: Kambsdalur.fo. Myndakvinna: Kristfríð Tyril

Ein føroyingur er komin til skaða í yvirgangsálopinum í Brússel í morgun. Tað váttaði Kate Sanderseon, sendikvinna til ES. Sendikvinnan var á veg út á sjúkrahúsið, tá in.fo tosaði við hana.


Talan er um Sólfinn Hansen, sum til dagligt starvast sum lærari á Miðnám á Kambsdali.


Sambært sendikvinnuni, so var Sólfinn Hansen í metroini, tá fleiri bumbur brustu har.


- Hann er innlagdur og hevur tosað við konuna. Sum eg skilji, so hevur hann fingið skaða í høvdið, men sjúkrarøktarfrøðingurin upplýsir, at talan ikki er um ein álvarsaman skaða, sigur Kate Sanderson.

Mynd: Kambsdalur.fo. Myndakvinna: Kristfríð Tyril