Tá ið verkætlanir verða settar í verk, skal lógin tryggja føroyskum fyritøkum ein møguleika fyri at sleppa at bjóða upp á arbeiðini.
Tað heldur ein stórur partur av føroyskum vinnulívsfólki.
Á vinnudegnum herfyri, gjørdu tey eina spurnarkanning, har tey vórðu spurd tað er rætt at lógartryggja føroyskum fyritøkum rætt til at bjóða upp á verkætlanir í Føroyum.
Og tað eru tað heili 73 prosent av teimum føroyskum vinnulívsfólkunum, sum vóru á vinnudegnum, sum halda. Hinvegis siga 21 prosent nei, og so eru tað 6 prosent, sum ikki vita.
Sostatt er tað ein rættiliga stórur meiriluti av føroyskum vinnulívsfólki, sum taka undir við hesum.
- Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, sigur, at hetta fær hann bara at síggja enn bjartari upp á framtíðina.
- Hann heldur, at tað er einki minni enn sjálvsagt, at føroyingar ikki brúka tær verkætlanir, sum eru, til at menna okkara egnu førleikar á økinum.
Hann sigur, at her verður bara tosað um at føroyingar eiga at fáa rætt til at bjóða upp á arbeiði. Spurningurin um at fáa arbeiðini, er ein spurningur um kappingarevnini hjá fyritøkunum.
Eitt, hann sipar til, er, at nú tveir undirsjóvartunlar skulu gerast, var ein partur av arbeiðnum útveittur til eina norska fyritøku, uttan at føroyskar byggifyritøkur fingu høvi at bjóða.