Føroyingar sendu 37 milliónir SMS boð í fjør

Talið á SMS boðum í Føroyum er nógv fallið seinastu árini


Føroyingar senda ikki so nógv SMS boð longur, sum fyri nøkrum árum síðani.

Tað vísir ein uppgerð frá Fjarskiftiseftirlitinum,

 

Uppgerðin vísir, at talið á SMS-boðum vaks fram til 2012. Men fyrra hálvár í fjør sást ein týðilig broyting, tí tá fall talið á SMS boðum 10 prosent aftur ímóti fyrra hálvári í 2012.

 

Og hetta fallið helt fram, eisini í seinna hálvárið í fjør, tí tað fall talið á SMS boðum frá føroyskum telefonum, heili 19 prosent afturímóti seinna hálvári í 2012.

 

Tilsamans senda føroyingar nú 9 prosent færri SMS boð nú, enn vit gjørdu í 2007.

 

Fjarskiftiseftirlitið sigur, at fram til árslok 2012, vaks samlaða talið á sendum SMS boðum úr 40,6 milliónir SMS boð í 2007, upp í 43,3 milliónir. SMS boð í 2012.

 

Tað er ein vøkstur á 1,4 prosent í miðal um árið, men hinvegin kvinkaði talið á hvørjari telefon niðureftir sama tíðarskeið.

 

Les eisini: Nú eru yvir 60.000 fartelefonir í Føroyum

 

Men í gjør sendu føroyingar tilsamans 37 milliónir SMS boð í fjør. Tað svarar til 35 SMS boð fyri hvørja telefon um mánaðin.