Í fjør vórðu slakar 11,2 milliardir goldnar í lønum í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hetta er tað mesta, sum er goldið í lønum í einum ári og hetta merkir, at lønirnar í fjør vóru 4,9 prosent hægri enn tær vóru í 2021. Og í 2021, vóru lønirnar aftur 3,7 prosent hægri enn tær vóru í 2020.
Hagstovan sigur, at serliga merkisvert er tað, at bara í desembur í fjør var ein góð milliard goldin í lønum í Føroyum og tað er met fyri einstakan mánað.
Hagstovan sigur, at í fjør áttu fiskivinnan og aðrar tilfeingisvinnurnar - mest alivinnan - ein størri part av lønunum enn í 2021. Í 2022 vóru 19,7 prosent av lønunum í hesum báðum vinnugreinunum og í 2021 vóru 18,5 prosent av lønunum í hesum báðum vinnugreinunum.
Tað var eisini í hesum báðnum vinnugreinunum, at lønargjaldingarnar vuksu mest, bæði lutsfalsliga og í krónum. Í fjør vórðu 2,2 milliardir goldnar í lønum í fiskivinnuni og alivinnuni, og tað er 11,6 prosent meiri, ella 230 milliónir meiri enn í 2021.
Men tað er kortini tænastuvinnan, sum er tann størsta vinnugreinin. Tey, sum arbeiða í almennu og privatu tænastunvinnuni, tjentu 34,2 prosent av øllum lønunum, sum vóru goldnar í fjør. Tað er eitt sindur minni enn í 2021, tá ið lønirnar í hesum bólkunum vóru 34,4 prosent.
Tilsamans tjentu tey, sum arbeiða í tænastuvinnuni, góðar 7,6 milliardir í fjør. Lønirnar í tænastuvinnuni eru javnt býttar ímillum almennu og privatu tænastuvinnurnar, góðar 3,6 milliardir í hvørjum bólki.