Í gjár fór línuskipið Masilik hjá Royal Greenland á land í Íslandi.
Skipið var á veg inn á Hafnarfjørðin at landa, eftir at teir høvdu verið til fiskiskap í Eysturgrønlandi.
Sum skilst, lá skipið og bíðaði eftir atløguplássi, tá óhappið hendi seinnapartin hósdagin.
Royal Greenland upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at manningin á Masilik setti seg í samband við íslendsku bjargingartænastuna, og ein tíma eftir var hjálpin hjá grønlendska línuskipinum.
- Ein partur av manningin fór umborð á skipið hjá bjargingartænastuni og varð fluttur til lands. Hinir vóru eftir umborð.
Sambært íslendskum miðlum varð línuskipið togað av aftur á næstu flóð, og tíðliga morgunin eftir varð Masilik lagt til bryggju í Íslandi.
Eingin av manningini, sum telur 19, fekk skaða, tá skipið fór á land, men sum skilst hevur skipið fingið nakað av skaða.
- Skaðarnir verða kannaðir, og síðan mugu vit finna út av, hvat skal gerast, sigur samskiftisleiðarin hjá Royal Greenland, Masaana Egede, við Sermitsiaq.
Hann upplýsir eisini, at tey eisini arbeiða við at finna út av, hví Masilik fór á land.
Sum skilst, eru fleiri føroyingar við grønlendska línuskipinum.