Ongastaðni í Norðurlondum, doyggja so nógv í ferðsluni eftir fólkatalinum, sum í Føroyum
Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd
Sunnudagin er Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.
- Síðani Minningardagin í fjør er eingin deyður í ferðsluni, men árið fyri doyðu fýra fólk í ferðsluni, ein kvinna og tríggir menn.
Brynhild Høgnadóttir sigur, at verður samanborið við okkara grannalond seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum eftir fólkatalinum.
Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3 til 3,7 deyð seinastu árini fyri hvørji 100.000 fólk. Hjá okkum er talið fyri 2014 yvir 8 deyð fyri 100.000 fólk.
Higartil eru 281 føroyingar deyðir á føroysku vegunum.
- Tað er vanlukkuligt fyri eitt samfelag at missa fólk í ferðsluni. Og í einum lítlum samfelagi sum Føroyar, verða øll ávirkað. Fyri at fáa broytt gongdina krevst, at allir viðkomandi partar eru tilvitaðir og raðfesta sín leiklut í ferðslutrygdini, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Tíðliga sunnumorgunin, sjálvan minningardagin, sunnudagin, fara limir í felagnum Føroya Ellisakfør, og onnur sjálvboðin, runt at leggja blómutyssi, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív og í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dagin.
- Endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkum, og í øðrum lagi er endamálið at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist, og tey, sum sita eftir.
Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyritøkur og einstaklingar stuðla tiltakinum. Tað var annars Ingi Gunnarsson, sum tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Tað var í 2000 og hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.