Tað er trýst á Brandi Hendrikssyni, Halli Hanssyni, René Shaki Joensen og hinum liðfeløgunum í Vendsyssel FF aftaná tap á útivølli ímóti HB Køge og FC Roskilde á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Enn er føroyingafelagið tó á uppflytingarkós. Fimm stig eru niður til Silkeborg, sum liggur á fjórða plássinum, sum ikki gevur rætt til uppflyting upp í bestu donsku fótbóltsdeildina.
Seinnapartin klokkan 17 spælir Vendsyssel FF oddadyst ímóti gamla felagnum hjá Christian Lamhauge Holst og Toda Jónsson, Lyngby. Lyngby er oddalið í næstbestu donsku deildini við 42 stigum. Vendsyssel FF hevur 36 stig.
Brandur Hendriksson og Hallur Hansson eru úttiknir til hópin, og so er at vóna, at teir fáa møguleikan at byrja inni. Sambært blaðnum "Nordjyske" tapti Vendsyssel FF greitt ímóti HB Køge, meðan teir vóru beinleiðis óhepnir ikki at fáa úrtøku ímóti FC Roskilde. Nordjyske staðfestir, at trýst er á Vendsyssel FF at fáa eitt gott úrslit í kvøld.
Fótbóltsáhugaðir føroyingar hava møguleikan at síggja oddadystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Rásin TV3 Sport 1, sum eisini sæst á Televarpinum vísur dystin millum Vendsyssel FF og Lyngby.