Føroyingaliðið á Akureyri er í niðurflytingarvanda

KA hevur tapt seks dystir á rað

Tað gongur stak illa hjá føroyingaliðnum, KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld taptu Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA sætta dystin á rað í deildini.

 

KA tapti tepurt 27-28 fyri FH á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Allan skoraði eitt mál og Nicholas var skrásettur fyri átta bjargingar í kvøld.

 

KA er triðaftast í deildini við 11 stigum, bert einum stigi omanfyri ÍR sum liggur á einum niðurflytingarplássi við 10 stigum.

 

Tíbetur fyri KA tapi ÍR 22-27 (10-12) fyri Afturelding. Annars hevði KA verið næstaftast.

 

KA og ÍR hava tveir dystir eftir í part í grundspælinum. 

 

Skírisdag tekur KA móti Fram á heimavølli. Sama dag spælir ÍR heimadyst móti FH.

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
Valur19656:55433
FH20613:59028
Afturelding20596:55725
ÍBV19608:56324
Stjarnan20594:56323
Fram19567:55423
Selfoss20608:60923
Haukar19560:55017
Grótta19525:54615
KA20577:62211
ÍR20564:64710
Hörður19554:6672