Føroyar vunnu greiðan sigur á Finnlandi

Føroysku kvinnurnar vóru betri enn Finnland á flestu mótum í Helsinki í dag. Føroyar vunnu 35-25, eftir hálvleiksstøðuna 16-12 til Føroyar

Føroysku kvinnurnar vóru betri enn Finnland á flestu mótum í Helsinki í dag. Føroyar vunnu 35-25, eftir hálvleiksstøðuna 16-12 til Føroyar. Føroysku kvinnurnar byrjaðu dystin væl. Verjuspælið var ágangandi og stóð verjan sum heild væl. Aftanfyri stóð Annika Fríðheim Petersen sera væl í føroyska málinum. Hon hevði hon heili 10 bjargingar í fyrra hálvleiki.

 

Góð ferð var á føroyska álopsspælinum, hóast hetta eisini kostaði einstakar tekniskar villur. Liðini fylgdust fyrsta korterið, men hevði ein varhugan av, at føroyska liðið hevði meira í skjáttuni enn Finnland. Um miðjan hálvleik fekk Finnland fleiri útvísingar og gjørdu føroysku kvinnurnar sær dælt av hesum og komu nøkur mál fram um til 16-12 í hálvleikinum.

 

Føroysku venjararnir fingu allar 16 spælararnar á vøllin í dag. Rakul Wardum byrjaði í føroyska málinum í seinnahálvleiki og byrjaði Natasja Hammer eisini á vinstra bakki. Sonja Sirdal á Bergi koma eisini inn og fekk eisini síni fyrstu tvey landsliðsmál. Føroyska liðið kom til nógvar kjansir á vongunum í dag og var tað eisini at fegnast um, at úrtøkan var góð. Systrarnar Rannvá og Ingibjørg Olsen gjørdu tilsamans 9 mál á vinstra vongi, meðan Lív Poulsen á høgra vongi eisini hevði ein góðan dag við 6 málum.

 

Eftir dystin var Súna Krossteig Hansen vald sum besti føroyski leikari í dag. Liðini møtast aftur kl. 16.00 í morgin. Dysturin verður stroymdur.

 

Føroysku málini:

 

Súna Krossteig Hansen 8 (2)

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 6

 

Rannvá Olsen 6

 

Jana Mittún 3

 

Ingibjørg Olsen 3

 

Sonja Sirdal á Bergi 2

 

Guðrið á Borg 1

 

Maria Páldóttir Nólsoy 1(1)

 

Pernille Brandenborg 1

 

Natasja Hammer 1

 

Elsa Egholm 1

 

Brynhild Pálsdóttir 1

 

Málverjar:

 

Annika Fríðheim Petersen 11 bjargingar

 

Rakul Wardum 7 bjargingar

 

Dystargongdin:

 

05 min. 2-3

 

10 min. 4-4

 

15 min. 8-7

 

20 min. 8-11

 

25 min. 9-13

 

30 min. 12-16

 

35 min. 15-18

 

40 min. 16-21

 

45 min. 18-25

 

50 min. 22-27

 

55 min. 23-31

 

60 min. 25-35