Føroyar vóru aftanfyri 3-7 - eru á odda 12-11 í steðginum

Føroyska liðið fekk eina treka byrjan, men hevur arbeitt seg upp og er á odda nú hálvleikur er

Føroyska kvinnulandsliðið er á odda 12-11 í EM-undankappingardystinum móti Íslandi í høllini á Hálsi.

 

Ísland var á odda 7-3, og tað byrjaði at síggja svart út, men okkara kvinnur avrikaðu framúr væl seinna partin av seinna hálvleiki.

 

Føroysku kvinnurnar vendu í einari gyltari løtu 3-7 til eina 8-7 leiðslu.

 

Føroyar: Elsa Egholm 4, Jana Mittún 3, Turið Arge Samuelsen 2, Natasja Hammer 1, Maria P. Nólsoy 1, Guðrið á Borg 1.

 

Annika Fríðheim Petersen hevur bjargað fýra av 15 málroyndum= 26,67 í bjargingarprosentum. 

 

Farna hóskvøld vann Ísland 32-14 (19-7) á Luksemborg á heimavølli. Føroyar taptu 20-37 (13-19) fyri Svøríki á á útivølli.