Føroyar spæla plaseringsdyst í dag

Síðsta avbjóðingin er fyri framman hjá U19-landsliðnum

Aftaná sigurin ímóti Georgia er føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti liðugt við at spæla bólkaspæl í European Open-kappingini, sum verður leikt í Gøteborg.

 

Nú er bert ein uppgáva eftir, og tað er ein plaseringsdystur ímóti Eysturríki. Liðini bæði skulu spæla um at enda nummar 13 ella 14 í kappingini, sum telur 16 lið. 

 

Dysturin ímóti Eysturríki byrjar klokkan 12.