Føroyar skulu taka ímóti flóttafólkum

Føroyingar eru ríkir, framkomnir, rúmligir og hava samkenslu við øðrum

Føroyingar eiga at taka ímóti flóttafólki. Tað heldur Reyði Krossur í Føroyum

 

- Føroyar eiga sum eitt ríkt og framkomið samfelag og eitt rúmligt fólk við samkenslu at taka ímóti flóttafólki”, sigur Hjalti í Jákupsstovu formaður í Reyða Krossi.

 

Tí mælir Reyði Krossur í Føroyum nú til, at Føroyar taka menniskjansligt atlit og taka ímóti flóttafólki, og at komandi Landsstýrið beinanvegin viðger, hvussu hetta kann gerast.

 

Eisini mælir Reyði Krossur til, at Landsstýrið hækkar neyðhjálpina og vísir, at Føroyar vísa ábyrgd og menniskjansligt atlit, nú so nógv fólk eru rakt av ræðuleikunum av drúgvum vápnaðum kríggi, eitt nú í Sýria og í fátæku grannalondunum, ið hýsa fleiri milliónum flóttafólkum.

 

Hvørt ár savnar Reyði Krossur í Føroyum pening inn til neyðstødd í heimsins brennideplum.

 

Í 2013 og í fjør sendi Reyði Krossur helvtina av tí, sum kom inn, til at hjálpa sýrisku og irakisku flóttafólkunum, ið eru offur fyri kríggi.

 

- Beint nú hevur heimurin størstu menniskjansligu kreppuna nakrantíð síðani seinna heimsbardaga, staðfestir Hjalti í Jákupsstovu.  

 

Eini 60 milliónir fólk eru noydd at rýma heimanífrá og tey hava bráðneyðugan tørv á hjálp frá heimssamfelagnum.

 

- Teimum tørvar alt. Mat, vatn, klæðir, heilivág og innivist, og børnini hava tørv á at sleppa í skúla. Men mest av øllum tørvar teimum tryggleika og frið, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

 

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi í ár, verður leygardagin og helvtin av peninginum fer til neyðhjálp til fólk, ið eru offur fyri kríggi. Restin fer til bráðfeingishjálp í sambandi við náttúruvanlukkur, umframt til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum, sigur felagsskapurin.