Hvat hevur tú at siga um árið 2013?
- Tá eg hugsi um árið 2013, so hugsi eg fyrst um tey menniskju, vit hava mist í árinum - fleiri so bráddliga og óskiljandi - um hvat tey hava lagt eftir seg og um tey, sum hava staðið teimum næst. Síðani hugsi eg um tað, sum hevur gingið væl, bæði privat og í samfelagnum. Hjá mær og hjá familjuni og vinum hevur gingið væl.
Høgni Hoydal vísir á, at fyri Tjóðveldi hevur 2013 verið eitt sera virkið ár og eitt merikisár, har vit hava heiðrað stovnarar floksins, og fólk hava arbeitt allastðani kring landið við at dagføra og orða nýggj stevnumið.
- Vit hava fyrireikað at fara undir skeið í politiskari skúling fyrst í nýggja árinum, og nýggir limir leggjast aftrat í hvørjum. Í okkara feløgum, hjá Unga Tjóðveldinum, í kommnunum kring landið og á tingi, eri eg errin av tí tí stóra, víðskygda og ítøkiliga arbeiði, sum okkara umboð hava avrikað.
Hann sigur, at í landspolitikki hevur 2013 verið eitt ár, har støðan stendur við og versnar við førda politikkinum hjá samgonguni.
- Sambandspolitikkur og politikkur fyri tey fáu - og ein skuldi næstan trúð, at landsstýrið og samgongan gera sær óvanligan ómak at fáa fólk at missa álit á politisku skipanini. Her er jú eingin kós og leiðsla fyri land og fólk, men bert valdsspæl fyri tey fáu, har tann sterkasti og tann við framíhjárættindum vinnur.
Hinvegin, sigur Høgni Hoydal, so hevur 2013 verið eitt ár, har fólk hava torað at stigið fram og gjørt vart við seg - hóast ta niðurbræddu politisku skipanina.
- Í vinnu, mentan og list, í felagsskapum, í útbúgving og millum manna sum heild, taka fólk stig og krevja aðra leið og fólkaræði í landinum. Tað er sera týdningarmikið og gevur góðar vónir um at venda gongdini.
Hann heldur, at 2013 tí kanska er árið, har vit veruliga lótu eyguni upp og ásannaðu, at vit mugu taka ábyrgd og krevja avleiðingar og skil og frælsi fyri øll í hesum landi.
- Í makrel- og sildamálinum er tað jú avdúkað, at eingin annar kann taka avgerðirnar fyri okkum. Og í landspolitikki má tað standa greitt fyri teimum flestu, at hóast ein meiriluti ræður, so verður fólkaræðið og vanligt vit og skil sett til viks til frama fyri seráhugamál - og bæði okkara ognir og rættindi kunnu frá degi til dags avreiðast til onnur, um vit ikki gera vart við okkum og krevja nakað annað.
Gevur tú nýggjárslyfti?
- Gevi vanliga ikki nýggjárslyfti, sum snúgva seg um at leggja okkurt av ella tílíkt. Men eg seti mær altíð fyri at verða meira nærverandi og nógv meira íðin og betri skipaður - bæði í mun til mini næstu og vinirnar - og í mínum dagliga yrki. Annars havi eg sett mær fyri, at í 2014 ætli eg mær at hava verið í øllum bygdum og býum í Føroyum og práta við fólk. Havi verið allastaðni, men ongantíð í sama ári.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Mítt nýggjársynski er, at vit fáa nýval, og at løgmaður leggur frá sær. So vit kunnu fara undir at skipa Føroyar frælsar fyri øll og kunnu fara undir at byggja upp og gagnnýta teir ótrúliga ríku møguleikar, vit eiga í hesum landi. Og at vit taka fulla ábyrgd av at virka bæði her heima og úti í heimi fyri frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd hjá øllum. Har vit ikki bara eru áskoðarar til órætt og egingirnd, men har tað ber til at seta okkum tað greiða málið: Eingin í armóð, eingin í yvirflóð.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?
- Útlitini fyri 2014 her heima eru tengd at, um vit fáa eitt politiskt skifti og eitt politiskt siðaskifti. Heldur gongdin fram sum nú, so verður alt meira á alt færri hondum, og vit gerast enn meira heft at donskum studningi og avgerðum. Og álitið hjá fólki máast alt meira burtur á okkum sálv og okkara samfelag. Búskaparliga fer helst at vera meira virksemi, orsakað av, at summir bólkar gerast betri fyri, meðan aðrir standa í stað ella missa. Har onnur helvtin verður brandskattað í pensjónsinngjøldum, meðan hin fær skattalættar og fyrimunir. Vinnuliga kunnu okkara felags tjóðarvirði verða avreidd á fáar hendur við útlendskum kapitali í rygginum. Og við ongari leiðslu kunnu vit skjótt enda í 80'unum, har búskapurin verður yvirhitaður fyri síðani at falla aftur.
Høgni heldur, at um Føroyar fáa eina nýggja politiska savning um at taka fulla ábyrgd av landinum og at virka fyri tey, sum í dag detta burtur ímillum, so eru útlitini fyri samfelagið sera góð.
- Vit kunnu gerast ein frælsur, grønur, skapandi og samhaldsfastur miðdepil mitt í Norðuratlantshavi. Har rúm er fyri øllum, og har vit uttan mun til ósemjur og ymsar politiskar hugsanir, sum altíð skulu vera, eru saman um at taka ábyrgd av, at hetta er okkara land. Ikki landið hjá summum. Og at vit vilja skipa fólkaræði og rættartrygd og ganga fram í øllum lutum, sigur Høgni Hoydlal, sum ynskir øllum eitt eydnuberandi 2014.