- Føroyar eru betri nú

Tað sigur Marcel Koller, landsliðsvenjari hjá Eysturríki, sum ikki vil tosað um Landskrona

Hóast Eysturríki hevur útspælt sín leiklut í bólkaspælinum, eftir at teir taptu fyri Svøríki fríggjakvøldið, so leggur landsliðsvenjarin hjá Eysturríki dent á, at hansara menn eru her fyri at vinna.

 

-       Vit hava ikki ráð at slappa av í dystinum móti Føroyum. Heldur ikki í eitt korter ella tjúgu minuttir. Vit mugu verða klárir frá byrjan og vit ætla okkum at vinna, sigur Marcel Koller, sum er úr Sveis.

 

Hann er ikki sinnaður at tosa um Landskrona, men minnist bara aftur til 6-0 dystin í mars mánaði.

 

-       Eg kenni søguna millum Føroyar og Eysturríki, men eg kann bara fyrihalda meg til seinasta dyst móti teimum, sigur Marcel Koller og vísir til 6-0 dystin.

 

Marcel Koller heldur, at føroyska liðið hevur ment seg nógv í hesi undankappingini. Tí skulu hansara spælarar ikki fara í panikk um teir ikki fáa fleiri mál beinanvegin.

 

-       Eg havi ikki hugsa tankan um, at vit tapa, men føroyska liðið er betri nú enn tá vit spældu móti teimum seinast. Teir eru taktist væl fyri í verjustøðu og tí skulu vit trýsta teir, men vit mugu heldur ikki fara í panikk, um vit ikki fáa mál beinanvegin, sigur Marcel Koller.

 

Landsliðsvenjarin hjá Eysturríki hevur ikki sæð dystin millum Føroyar og Kasakstan, men hevur sæð hæddarpunkt. Hann var skjótur at viðmerkja, at talan var um vakurt mál hjá Halli Hansson.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Eysturríki verður í annaðkvøld á Tórsvølli klokkan 19.45.