Føroyar byrja ímóti Lettlandi

U17: Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 17:00

Í døgunum 17. til 23. mars vera Føroyar vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur - Mynd: www.FSF.fo

Skráin fyri EM-undankappingina fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin ímóti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 17:00, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Lettland, Georgia og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá bólkur B3 í EM-undankappingin fyri U17 gentur verður í Føroyum í døgunum 17. til 23. mars.

 

Leikskráin fyri kappingina er nú klár, og fyri okkara gentur merkir tað, at fyrsti dysturin verður móti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 17:00 á Tórsvølli. Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.

 

Sunnudagin 17. mars

 

Kl. 13:00 Lettland – Føroyar

 

Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

 

Mikudagin 20. mars

 

Kl. 13:00 Føroyar – Georgia

 

Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

 

Leygardagin 23. mars

 

Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia

 

Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

 

Í døgunum 17. til 23. mars vera Føroyar vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur - Mynd: www.FSF.fo