Føroya Symfoniorkestur á Atlantsferð

Føroya Symfoniorkestur hevur fingið eitt spildurnýtt føroyskt verk í 30 ára føðingardagsgávu

 

Um vikuskiftið fer Føroya symfoniorkestur á rundferð í sambandi við 30 ára føðingardagshaldið hjá orkestrinum.

 

Í hesum sambandi verða tríggjar konsertir, ein í Føroyum og tvær í Íslandi.

 

Rundferðin byrjar við konsert í Norðurlandahúsinum í Føroyum sunnudagin og dagin eftir gongur leiðin til Íslands at spæla tvær konsertir.

 

Tann fyrra verður í HOF á Akureyri mánakvøldið og tann seinna verður í nýggja stásiliga mentanarhúsinum, Hørpuni, í Reykjavík mikukvøldið.

 

Á skránni er kenda verkið eftir Edvard Elgar, Enigma Variatiónirnar, og ein tann best kenda klaverkonsertin yvirhøvur, tann fyrsta hjá Peter Tchaikovsky, er eisini á skrá.

 

Solistur verður russiski klaverleikarin, Pavel Raykerus.

 

Í føðingardagsgávu hevur føroyski tónasmiðurin Sunleif Rasmussen latið orkestrinum eitt verk, kallað Veitsla og tað verður eisini spælt á konsertunum.

 

Sunleif Rasmussen er ein av kendastu føroysku tónasmiðunum, og fekk í 2002 Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið ”Oceanic Days”.

 

- Veitsla, er ein frísklig føðingardagsheilsan frá tónasmiðinum, og verður frumframført í sambandi við hesa konsertverkætlan, siga tey í symfoniorkestrinum.