Føroya Lívstrygging fingið egnan stjóra

Í avtaluni við donsku ríkisstjórnina frá 12. oktober 1993, bant landsstýrið seg til at broyta lógina um Føroya Lívstrygging, sum nú er loyst frá Tryggingarsambandinum Føroyar. Tummas Eliasen er settur sum stjóri á stovninum

Í sambandi við at tryggingarlóggávan er broytt, er Føroya Lívstrygging nú umskipað, og hevur Føroya Landsstýrið sett nýggja nevnd fyri Føroya Lívstrygging.

Í nýggju nevndini sita Hákun Niclasen, nevndarformaður, fulltríu í vinnumálastýrinum, Eyðbjørg Kass, skrivstovukvinna í Norðurlandahúsinum, Finn Danberg, fíggjarleiðari á landssjúkrahúsinum, Súsanna Sørensen, fulltrúi í Oljufyrisitingini og Poul Hansen, advokatur.

Nýggja nevndin hevði fund týsdagin - og setti nevndin tá Tummas Eliasen sum nýggjan stjóra á stovninum.

Føroya Lívstrygging varð sett á stovn sambært løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 og hevur síðani verð umsitin av Tryggingarsambandinum Føroyar, soleiðis at stjórn og nevnd fyri Tryggingarsambandið somuleiðis hava verið leiðsla fyri Føroya Lívstrygging í hesum tíðarskeiði.

Orsøkin til, at Føroya Lívstrygging verður umskipað, er ein avleiðing av avtaluni frá 12. oktober 1993 millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið, har landsstýrið bant seg til at broyta lógina um Føroya Lívstrygging.

Nýtilnevndi stjórin á Føroya Lívstrygging, Tummas Eliasen, er 42 ára gamal, hann er ættaður úr Leirvík og búsitandi á Toftum. Tummas Eliasen hevur útbúgving sum cand. scient. pol frá Århus Universiteti. Seinastu ellivu árini hevur Tummas Eliasen røkt starvið sum fíggjarstjóri á Tryggingarsambandinum Føroyar og Føroya Lívstrygging. Síðani mai 1995 hevur Tummas Eliasen eisini havt ábyrgdina av dagligu umsitingini av Føroya Lívstrygging.

Tummas Eliasen tekur við stjórastarvinum beinanvegin.