Nú verður høvið hjá almenninginum at royna nýggja spælið Escape Room. Escape Roomi fyrigongur í Vági umborð á sluppini Johannu TG326 og í einum gomlum bygningi.
Síðani í vár hevur Fablab í Vági arbeitt við gátuspælinum Escape Room. Tað er Tina Tausen og Navid O’Lari, ið hava tikið stig til hetta spæl. Spælið fyrigongur umborð á sluppini Johannu TG326 og í einum gomlum bygningi í Vági.
Hetta er fyrsta Escape Roomi í Føroyum, og á Fablab í Vági eru tey sera spent at vita, hvussu hetta fer at eydnast. Escape Roomi er ætlað ungum og vaksnum og er eitt spæl har vitan, samarbeiðsevnir og logisku sansirnir skulu í brúk. Tað er møguligt er at royna Escape Room sum bólkur á tvey til fimm fólk. Tað tekur áleið 60 minuttir at loysa allar gáturnar, og at koma á mál.
Escape Room er opið fram til ársskiftið. Talan er um eina royndartíð, har spælið verður roynt, og gjørt endaliga klárt til 2023. Kostnaðurin fyri at royna Escape Room er 250 kr. fyri hvønn bólk.
Um ein ynskir at royna Escape Room, kann viðkomandi seta seg í samband við Miðlatún í Vági á info@vagur.fo, ella fara inn á Facebook síðuna Escape Room Faroe Islands, skrivar Vágs kommuna á síni heimasíðu.