Tær vóru á forsíðuni á kvinnublaðnum HON, har tær undir yvirskriftini Drepið innaru penu gentuna heittu á gentur og kvinnur um at loyva bitchini út at spæla.
Nú hevur videolagið við teimum seks, sangarunum Duritu Dahl Andreasen og Mariann Hansen, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban á bass, Elsu Gunnardóttir Sevdal á gittara, Sunnevu Gaardlykke á vibrafon og marimba og Helenu Sigurdsdóttir Lamhauge á trummum, vunnið leikstjóranum, Búa Dam, eina FMA-virðisløn fyri ársins videolag.
Tað er GUT Productions, ið hevur framleitt videolagið. Rógvi Rasmussen hevur gjørt upptøkurnar og klipt sjónbandið. Búi Dam er leikstjóri og hevur skrivað lagið, meðan hann og songkvinnurnar báðar hava skrivað orðini. Milja Hanusardóttir hevur staðið fyri sniðgeving og styling.
Hini tilnevndu til ársins videolag vóru
Change of frame hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
Einaferð var tað eg hjá GUT Productions (leikstjóri: Búi Dam)
Heart into Trouble hjá Dan Olsen (leikstjóri: Simon Wells)
Í tokuni hjá Eivør (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
Red hair hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik av Heygum)
Undanfarnu vinnararnir eru:
2014: Broken Bones hjá Gretu Svabo Bech
2015: Rain hjá Eivør
2016: Deyðir Varðar hjá Hamferð