FMA: – Eg hevði ynskt, at eg kundi verið har

Ársins sangur á FMA gjørdist “Hey Amanda”

Ársins sangur á FMA gjørdist “Hey Amanda”

 

 

 

Tað var Brimheim, ið streyk avstað við heiðrinum ársins sangur, nevniliga sangurin hjá henni “Hey Amanda”.

 

Brimheim fekk ikki verði við til tiltakið í kvøld. Hon er á konsertferð í Danmark í løtuni, og fekk tí heiðurin umvegis videouppkall.

 

Tað vóru teir báðir vertirnir í FMA sendingini, sum yvirraskaðu Brimheim við heiðurinum. Hetta var gjørt í samstarv við manageran hjá henni.