FMA 2026: Ársins Tónleikari er Heðin Ziska Davidsen

Vit plaga at siga, at saman eru vit sterk og vit syngja sama lag.

 

Men her taka vit ein tónleikara fram um aðrar. Ein, sum vit meta hevur uppiborið henda heiðurin sum ársins tónleikari, sum hevur skarað framúr og verið ein úrmælingur. Sum hevur verið so serstakur, at vit steðga á og lurta. Ein, sum hevur sermekt seg á mongum ymiskum pallum, seinastu tíðina. 

 

Ársins Tónleikari er Heðin Ziska Davidsen