Í morgin verður stórur landsliðsdagur á FM1, har tað millum annað verður møguligt at vinna troyggjurnar, sum eru á myndini. Onnur er ein AC Horsens troyggja, sum Hallur Hansson hevur spælt í, meðan hin er ein Brann Bergen troyggja hjá Gilla Rólantssyni. Báðar eru signeraðar.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
FM1 byrjar at senda longu frá klokkan 10, har tað verður landsliðsdámur við tónleiki, gestum og fleiri vinningar verða burturlutaðir. Frá klokkan 15 verður upptakt til Nations League landsdystin millum Føroyar og Aserbadjan.
Les eisini: Her er føroyska liðið
Eftir tíðindini klokkan 16, verður ein longri samrøða við Hall Hansson, har hann fortelur um skiftið til AC Horsens, hvussu hann upplivir at vera yrkisspælari og hvørji góð ráð hann hevur til yngri spælarar.
- Hendan troyggjan er nakað slitin, men tað er tí, at eg havi spælt mínar fyrstu dystir fyri AC Horsens í henni, sigur Hallur Hansson um troyggjuna, sum tú kanst vinna við at lurta á FM1 í morgin.
Eftir tíðindini klokkan 17 verður sent beinleiðis av Tórsvølli, har FM1 hevur fleiri fólk á staðnum. Millum annað fer Petur Asbjørn Lervig at ganga millum fólkini og fregnast. Sjálvur landsdysturin byrjar klokkan 19.45. Viðmerkjari verður Jens Martin Knudsen.