FM1: Veteranurin, venjarin og formaðurin hjá Skála fegnast

(FM1) Hoyr Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel og Inga Hansen í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi aftaná 3-2 sigurin hjá Skála á KÍ, ið merkir, at Skála vinnur 1. deild. Petur Asbjørn prátaði við:

 

1) Pætur Dam Jacobsen, veteran hjá Skála

 

2) Sorin Anghel, høvuðsvenjara hjá Skála

 

3) Inga Hansen, formann hjá Skála

 

Pætur heldur, at tað hevur gingið ov illa í seinnu hálvu at fáa staðfest, at Skála er besta liðið í 1. deild, men nú sigurin er komin heim fegnast hann. Pætur torir ikki at lova, at hann fer at spæla nakran leiklut á besta liðnum hjá Skála komandi kappingarár. Pætur fyllir 39 ár 5. desember. 

 

Sorin Anghel er lættur um, at fyrsta plássið er loksins tryggjað. Sorin heldur, at skal Skála yvirliva í Betrideildini komandi kappingarár er neyðugt við nakað av styrki uttanifrá.

 

Ingi Hansen heldur, at liðið hjá Skála hevur eitt høgt toppstøðið, men hann heldur, at botnstøðið er ov lágt, og tað má Skála bøta um til komandi kappingarár.