Savnið hjá FM1 á SoundCloud letur eisini upp fyri møguleikanum at fáa fótbóltssøguligar løtur dokumenteraðar fyri eftirtíðina.
##med2##
Hoyr søguligu løturnar og varðarnar sum Klæmint Olsen hevur sett fyri NSÍ og føroyskan fótbólt:
Hoyr 1) Samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint Olsen 18. apríl í 2015, tá Klæmint í 2-1 sigri hjá NSÍ á AB skoraði mál nummar 100 í bestu føroysku fótbóltsdeildini. 2) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann og Helga L. Petersen, viðmerkjara siga frá, og taka samanum søguligu hendingina, tá Klæmint skoraði mál nummar 154 í bestu føroysku fótbóltsdeildini, og tók gamla metið hjá Jákupi á Borg, ið var best áður við 153 málum. Metið var sett ólavsøkuaftan í 2018, tá NSÍ vann 2-0 á HB. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við nýggja metmannin, Klæmint, og við gamla metmannin, Jákup á Borg sum staðfesti eitt uppiborið met til Klæmint. 4) Hoyr Trónd Arge siga frá máli nummar 200 Klæmint skoraði við Løkin í Runavík í dysti móti Skála, ið NSÍ vann 4-1 tann 27. september í 2020. 5) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Klæmint, tá mál nummar 200 var skotið. 6) Hoyr samrøðuna Heri Simonsen gjørdi í sendingini "Triðja Hálvleiki" við formannin í NSÍ, Dánial Hansen um megnaravrikið hjá Klæminti. 7) Hoyr samrøðuna tíðindamaðurin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Klæmint dagin eftir mál nummar 200 var skotið.
(Kelda: FaroeSoccer.com)
HER ber til at hoyra frásagnarbrot og samrøður frá teimum minniligu løtunum í 2015, 2018 og 2020.
##med3##