FM1: Stjórin og samskiparin gleðast um at G er aftur

(FM1) Hoyr samrøður við Sigvør Laksá og Michael Anthony Charles

##med2##

 

Millum tey sum Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 prátaði við í G-festivalssendingini hjá FM1 í kvøld vóru stjórin hjá G, Sigvør Laksá og samskiparin, Michael Anthony Charles.

 

Fyri bæði Sigvør og Michael Anthony er tað stórt og rørandi, at ein veruligur G-festivalur loksins er aftur í Føroyum aftaná trý ára fráveru vegna krúnukrímið.

 

Tey lívgar eisini, at fólk í Gøtu eru so beinasom og gera sítt til at fáa festivalin at rigga.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar við Sigvør Laksá og Michael Anthony Charles. 

 

Á fm1.fo hoyrist øll tríggjar tíma langa G-festivalssendingin, ið var á FM1 fyrr í kvøld. 

 

Samrøður: Sigvør Laksá og Michael Anthony Charles

Samrøður: Sigvør Laksá og Michael Anthony Charles