FM1: Sportboxin á skránni í dag

Sportboxin: Dart, flogbóltur, hondbóltur og fótbóltur er á skránni í dag

Í dag frá klokkan 15 til 17 verður Sportboxin á skránni á FM1. Tað hendir nógv í føroyskum ítrótti í løtuni og tí hevur FM1 rullað Sportboxina fram í dag.

 

Í fyrra tímanum verður tosað um dart, flogbólt, hondbólt og altjóða fótbólt. Uni Árting er millum gestirnar. Hann skal saman við øðrum luttaka í hendingaríkum dart-vikuskifti um ein viku, tá svenska landsliðið kemur á venjingarlegu í Føroyum, til fyrstu altjóða dartkappingina á føroyskari jørð.

 

Tað er nógvur flogbóltur á skránni í ár, og tí er upplagt at hála Óla G. Samuelsen inn í studio, at greiða frá hvat fyrigongur í flogbóltsheiminum. Flogbólturfinalurnar í steypakappingini hava verið og ÍF hevur fingið nýggja høll at spæla í.

 

Tað hendir eisini ótrúliga nógv í hondbóltsheiminum. Føroyar skulu spæla móti Týsklandi um at koma til EM, Óli Mittún gongur í hondbóltsskónum hjá Eliasi á Skipagøtu og tað er føroyskt íslett í íslendsku steypakappingini. Og so er tað eisini føroyska kappingin.

 

Í seinna tímanum verður Fótbóltpanelið. Gestur verður Símun Samuelsen. Hann kemur at tosa um føroyskan fótbólt og tippa komandi umfar, og hvussu landskappingin fer at enda. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum millum Víking og EB/Streym, sum verður í kvøld klokkan 18.

 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, so kanst senda SMS inn á 559999 millum klokkan 15 og 17.