Hetta vikuskiftið byrjar landskappingin í Betrideildini hjá monnum.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig fara at siga frá fýra av fimm dystum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.
Skráin er hendan:
Leygardagin klokkan 14: 07 Vestur-Víkingur (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum) - Drúgva fótbóltspanelið verður endursent millum klokkan 12 og 14.
Leygardagin klokkan 15: AB-HB (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Leygardagin klokkan 17: Skála-KÍ
Sunnudagin klokkan 15: B36-B68 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: EB/Streymur-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)











