FM1 sigur frá trimum dystum hetta vikuskiftið

FM1 sigur frá AB-B36 klokkan 18 og EB/Streymi-KÍ klokkan 19 í kvøld. Í annaðkvøld Suðringar-HB klokkan 18.30

Navnið er broytt, men frekvensarnir eru teir somu, og dekningurin av føroyskum bóltítrótti verður framyvir líka umfatandi sum undanfarnu árini.

 

FM1 sigur frá trimum dystum í betrideildini hjá monnum hetta vikuskiftið. Í kvøld sigur Tróndur Arge frá dystinum úti í Vika á Argjum millum AB og B36. Dysturin byrjar klokkan 18. Knút Johannesen verður heimildarmaður til dystin millum Skála og NSÍ á Skála, og Birgir Joensen verður heimildarmaður til dystin 07 Vestur-Víkingur. Teir dystirnir byrja eisini klokkan 18.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum í Hólmanum á Eiði millum EB/Streym og KÍ. Tann dysturin byrjar klokkan 19. Byrjað verður annars við upptakt klokkan 17.15 sum Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. Fótbóltspanelið ígjár við Jákup Ósá og Tróndi Arge verður endursent klokkan 16.10 til 17.

 

Leygarkvøldið klokkan 18.30 sigur Tróndur Arge frá dystinum á jóansøku suðuri í Vági. Tróndur hevur upptakt til tann dystin frá klokkan 18. 

 

Aftaná klokkan 21 verður ein styttri "Triði Hálvleikur" har prátað verður við umboð fyri ymisku liðini sum hava verið í leiki.

 

Øll kunnu - eins og áður - lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

 

In.fo fer at beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum betrideildardystunum hetta vikuskiftið. Samanumtøka hjá Jóannesi Hansen, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld, og aftaná dystin millum Suðringar og HB í annaðkvøld.