Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti er í Luksemborg í hesum døgum, har liðið skal kappast í EM-kapping fyri smærri flogbóltstjóðir. Føroyar eru í bólki við Írlandi og Skotlandi.
Fyrsti bólkadysturin verður í morgin klokkan 12 tá Írland verður mótstøðuliðið. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.
Leygarmorgun klokkan 10 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum, ið væntandi verður lykladysturin í bólki B. Tá spæla Føroyar og Skotland. Vinna Føroyar bólkin spæla føroysku kvinnurnar hálvfinalu móti nummar tvey í bólki A, har Luksemborg, Liktinstein og Grønland eru liðini. Luksemborg er favorittur til at vinna bólk A.
Eru Føroyar eittari í bólki B spæla føroysku kvinnurnar hálvfinalu klokkan 17 leygardagin, eru Føroyar tveyari í bólki B spæla føroysku kvinnurnar hálvfinalu klokkan 19.30 leygarkvøldið. FM1 sigur frá hálvfinaluni Føroyar spæla óannsæð hvat klokkan hon er.
Sunnudagin verður bronsudysturin spældur klokkan 13 og finalan verður spæld klokkan 15.30. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum Føroyar spæla sunnudagin.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr flogbóltsreportaran hjá FM1, Óla G. Samuelsen greiða frá kappingini í Luksemborg.