Í dag klokkan 16.10 verður Fótbóltspanelið á FM1. Í sendingini í dag vitjar millum annað Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Kappingarnevndini hevur avlýst allan fótbólt í morgin, tí veðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi. Hann sigur í samrøðu við bolt.fo, at tað er ikki ráðiligt at hvørki spæla ella ferðast í slíkum veðri.
Eisini verða Heðin Askham og Oddbjørn Joensen í studio. Teir koma at umrøða landsliðsavrikini, sum hava verið í seinastu. Dentur verður lagdur á A-landsliðið og eisini eitt sindur á U21-landsliðið. Samanlagt taptu tey 18-1 samanlagt í fýra dystum.
Eisini verður mett um 22. umfar, sum eftir ætlan verður sunnudagin og mánakvøldið. Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast til 559999. Fótbóltspanelið verður lagt út á In.fo seinni í dag.