– Hetta er ein fittur, filosofiskur skemtileikur, haldi eg. Og sum alt skemt byggir tað á álvara.
Soleiðis sigur Marita Dalsgaard, leikstjóri, um nýggja leikin, Tann Komiska Tragedian, sum um vikuskiftið verður at síggja í Løkshøll.
Í samrøðu við FM1 greiðir Marita Dalsgaard frá, at talan er um ein einmansleik við Olaf Johannesen, har ein sjónleikari prátar við eina rollu, ið hann sjálvur skal spæla.
– Tað, sum vit kunnu siga er munurin á hesum slagnum av skemti í mun til dagsaktuelt skemt, er tað, at skemtiligir leikir, ið kunnu liggja í nógv ár, fáast øgiliga ofta við almenn, menniskjalig viðurskifti; nøkur grundleggjandi karaktertrekk í menniskjanum, sigur Marita Dalsgaard um leikin.
– Tað við sjónleikaranum og rolluni, tað er har, vit kunnu kenna okkum aftur sum menniskju; tann vit eru inni í. Og tá vit skulu út í verðina at prestera, hvat hendir við okkum, og hvat er tað, sum verður væntað av okkum uttanifrá. Og hetta lítla "eg", sum ikki ordiliga torir og hevur sjálvkritikkin koyrandi. Men rollan, hon torir væl. Hon veit veit, hvussu verðin hongur saman.
Tað eru eftirhondini nøkur ár síðani, at Olaf Johannesen seinast spældi ein leik í Føroyum.
– Seinast Olaf spældi ein langan samanhangandi leik, var í 2006, tá vit bæði saman spældu "Eg taki tína hond í mína", sigur Marita Dalsgaard.
Tann komiska tragedian verður at síggja í Løkshøll leygardagin og sunnudagin, og næsta vikuskiftið verður leikurin at síggja í SALT.
Tað er Marita Dalsgaard, sum er leikstjóri, og Olaf Johannesen er leikari. Súni Joensen stendur fyri ljósinum.