##med2##
Nýkeypti álopsrevurin úr Nykøbing FC, Mikkel Dahl gjørdi mun í sínum fyrsta dysti fyri HB, tá grannauppgerð var á Tórsvølli millum HB og B36.
Eftir innlegg úr høgru sneiddi Pætur J. Petersen við høvdinum bóltin móti handara stólpa, har Mikkel Dahl var blankur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Hetta hendi tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal.
Í 74. minutti staðfesti hitt álops-"keypið" hjá HB, Hilmar Leon Jakobsen sigurin hjá HB, tá hann eftir horna stýrdi bóltin í málið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá báðum málunum hjá HB. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við nýkeypið úr Nykøbing, ið slóg til í sínum fyrsta dysti fyri HB. Mikkel Dahl er glaður fyri at hava fingið eina góða byrjan, og hann ætlar at gera sítt til, at HB eisini fær ein sigur móti TB ólavsøkuaftan.
3) Hoyr longru samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein væl nøgdan høvuðsvenjara hjá HB, Jens Berthel Askou, ið heldur, at var avrikið gott hjá HB í 4-2 sigrinum á B36 fyrr í ár, so var avrikið enn betri hesaferð, har HB hevði enn betri tamarhald á dystinum. Jens Berthel Askou er sera fegin um, at Mikkel Dahl kom væl í gongd, og hann gleðir seg at fáa ein enn sterkari hóp nú menn sum hava verið skaddir leingi fara at leggjast aftrat hópinum aftur.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá B36, Andrias Eriksen. Hoyr eisini Teit Joensen taka samanum dystin.
##ms##