FM1: Kyndilskvinnur vunnu stórsigur á StÍF

(FM1) Hoyr Jón Rasmussen, Venjara hjá StÍF, Báru K. Hansen hjá Kyndli og Bárður Johannessen, viðmerkjara seta orð á 27-16 (12-9) sigurin hjá Kyndli á StÍF

 

##med2##

VÍF og Kyndil hava lagt seg á odda í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum. VÍF vann stórsigur 31-17 á H71 2. Í steðginum var VÍF á odda 15-7.

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil sannførandi 27-16 á StÍF. Í steðginum var støðan bert 12-9 til Kyndil, og eitt skiftið var støðan javnleikur 7-7. Tá hevði StÍF stríðst seg frá 2-7 til 7-7. Men við støðuna 7-7 tók Kyndil eitt time-out, og aftaná tað struku kyndilskvinnur avstað. Longu tíðliga í seinna hálvleiki hevði Kyndil eina greiða leiðslu.

VÍF-H71 2 31-17 (15-7)

Toppskjúttar VÍF: Agnas Olsen 8, Ingibjørg Olsen 8 og Durita C. Jojic 6,

Toppskjúttar H71 2: Anna á Steig 9, Bjørk Brimnes 2 og Anna E. H. Weihe 2. 

Kyndil-StÍF 27-16 (12-9)

Toppskjúttar Kyndil: Nadia Pejovic 8, Bára K. Hansen 6, Bjarta Johansen 6 og Turið Arge Samuelsen 3. 

Toppskjúttar StÍF: Haruka Gima 4, Yuiko Kuromoti 3, Emmy Kass 4 og Guðrið Ellingsgaard 3.

Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 H71 2 – Kyndil
Mikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍF
Sunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum. Bárður Johannessen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við venjaran hjá StÍF, Jón Rasmussen sum staðfesti, at StÍF tapti móti einum sera góðum Kyndils-liði, ið fekk spælt verjuna hjá StÍF sundur. Jón hevði áðrenn kappingina mett, at tað fór at vera avgerandi hjá StÍF at vinna á VÍF fyri at kunna knógva seg í hálvfinalurnar.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Báru K. Hansen, ið skoraði seks mál fyri Kyndil. Bára er serliga fegin um, at hon og liðfelagarnir fingu verjuspælið so væl at koyra í dag.

4) Hoyr Sjúrð og Bárð taka samanum ein uppibornan Kyndils-sigur, og annars meta um Faxe Kondi kappingina hjá kvinnum. 

(Samrøður: Jón Rasmussen, Bára K. Hansen og Bárður Johannessen)