##med2##
Jóhan Petur Poulsen fekk eina byrjan sum høvuðsvenjari hjá Betrideildarliðnum hjá Víkingi, ið minti um byrjanina Håkan Ericson fekk við føroyska landsliðnum. Aftanfyri 1-2, og so bleiv tað vent til 3-2 sigur í teimum seinastu minuttunum.
EB/Streymur – Víkingur 2-3 (1-0)
1-0: Niklas T. Kruse (37.)
1-1: Sølvi Vatnhamar br. (56.)
2-1: Rói H. Olsen (63.)
2-2: Finnur Justinussen (82.)
2-3: Finnur Justinussen (90. +)
Jóhan Petur Poulsen er glaður fyri sigurin og tey trý stigini, men slær fast, at hóast sigurin so heldur hann, at tað er nógv sum tað kann bøtast um hjá Víkingi, og tað fer hann at arbeiða við komandi tíðina.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Jóhan Petur Poulsen aftaná sigurin í fyrstu royndini.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.