##med2##
Sámal Erik Hentze hevur 100 prosent úrtøku sum U21-landsliðsvenjari.
Longu í fyrstu royndini eydnaðist tað honum saman við U21-leikarunum og restini av venjaratoyminum at hála heim ein minniligan og væl uppibornan 3-1 sigur á Ísrael.
Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)
0-1: Tomer Yosefi 35.
1-1: Mads Mikkelsen 52.
2-1: Stefan Radosavljevic 77.
3-1: Petur Knudsen 83.
Bagge greiðir frá, at tað sum hann og venjaratoymið fyrst og fremst høvdu í huga var, at liðið var væl skipað, og tað eydnaðist sera væl í serliga seinna hálvleiki.
Bagge hevði ikki nógvan hug at seta orð á "Bagga-effektina" sjálvur, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann aftaná dystin.
- Hetta var megastórt, hetta var tað sum ein hevði vónað. Um tað var realistiskt veit eg ikki, tá ein hevur sæð hvussu tað hevur gingið fyrr, men hetta var fantastiskt, segði Bagge um sigurin.
Sjálvt um avrikið var samanlagt framúr, so heldur Bagge, at liðið eigur meir í sær, og avrikið kann gerast enn betur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra U21-landsliðsvenjaran seta orð á fantastiska 3-1 sigurin á Ísrael í samrøðu við Trónd Arge.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók samanum eitt framúr gott føroyskt avrik.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan, Bjarna Petersen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen, ið bløddi nasablóð undan dystarbyrjan, og tí misti 90 prosent av upphitingini.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við teir tríggjar málskjúttarnar, Mads Mikkelsen, Stefan Radosavljevic og Petur Knudsen.