##med2##
HB hevði greiða yvirvág og vann greitt 3-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag.
Longu í øðrum minutti kom HB á sigurskós tá Dan í Soylu legði HB á odda 1-0. Stefan Radosavljevic økti til 2-0 við brotskasti í 37. minutti. Tá 10 minuttir vóru eftir staðfesti Áki Debes Samuelsen sigurin.
EB/Streymur-HB 0-3 (0-2)
0-1 Dan í Soylu (2.)
0-2 Stefan Radosavljevic br. (37.)
0-3 Áki Debes Samuelsen (81.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.
2) Hoyr samrøðu við liðskiparan hjá HB, Teitur Matras Gestsson.
Jákup Martin Joensen viðgongur, at EB/Streymur rann aftaná í dag, og HB vann ein uppibornan sigur.
Teitur Matras Gestsson kundi fegnast um enn eitt gott HB-avrik, har hann ikki hevði tað nógva at gera í málinum hjá HB.