##med2##
HB er Havnar-meistari 2021. Aftaná tveir javnleikir móti B36 fyrr í ár sigraði HB greitt 4-2 á B36 í triðja dystinum millum Havnar-feløgini í hesum kappingarárinum, og er HB nú ógvuliga nær við at tryggja sær evropeiska luttøku til komandi ár. Í dag var HB á odda 4-0 og var á veg móti stórsigri, men B36 fekk bøtt um skaðan móti dystarenda við tveimum málum.
HB hevur 49 stig á triðja plássi, og teir hava sjey stig niður til B36 sum hevur bert tríggjar dystir eftir at spæla. HB hevur fýra dystir eftir at spæla.
B36 – HB 2-4 (0-2)
0-1: Michal Przybylski (13.)
0-2: Sjálvmál (26.)
0-3: Mikkel Dahl (50.)
0-4: Stefan Radosavljevic (53.)
1-4: Mathias Thrane (85.)
2-4: Bjarki C. Nielsen (90. +)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum seks málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við venjaran hjá HB, Kevin Schindler.
Dan Brimsvík er sera vónbrotin um tapið og viðgongur, at tað sá ógvuliga svart út tá HB skoraði til 3-0 og 4-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Men Dan heldur, at liðið kann taka við sær tað sum hendi seinastu løtuna av dystinum. Dan ásannar, at nú verður tað ein kapprenning við NSÍ um at røkka fjórða plássinum.
Kevin Schindler er sera fegin um sigurin, og er leikliga sera fegin um fyrstu tveir triðingarnar av dystinum, men Kevin heldur, at seinasti parturin av dystinum var ov slakur hjá HB. HB siktar nú eftir at enda við so nógvum stigum sum til ber.