FM1: Europa Conference League panel við Hjalgrími Elttør og Jákupi Ósá

(FM1) Hoyr undansendingina Tróndur Arge hevði úr Klaksvík

##med2##

 

Aftaná tíðindasendingina á FM1 klokkan 17 reikaði Tróndur Arge fyri einari undansending við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og FK Sutjeska. Talan er um seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Europa Conference League. Fyrri dysturin í Montenegro endaði við javnleiki 0-0.

 

Fyrst prátaði Tróndur stutt við formannin, Tummas Lervig. Eftir tað hevði hann eitt fótbóltspanel við Hjalgrími Elttør og Jákupi Ósá. Hjalgrím og Jákup eru bjartskygdir um, at KÍ kann bera sigurin heim í kvøld. Jákup vísir eisini á, at Sutjeska hevur enn ikki vunnið á útivølli í evropeiskari kapping. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

Sendingin hjá Tróndi Arge undan KÍ-FK Sutjeska

Sendingin hjá Tróndi Arge undan KÍ-FK Sutjeska