##med2##
- Um reglarnir eru soleiðis, at spælarin skal skrúva armin av fyri ikki at gera brotsspark, so var hatta brotsspark, men vit fjala ikki, at vit eru øgiliga misnøgdir við hatta brotssparkið, segði hjálparvenjarin Eli Hentze á veg út til hálvleikssteðg við Símun Christian Olsen hjá Kringvarpi Føroya um ógvuliga margháttliga brotssparkið, ið førdi til, at Ísrael er á odda 1-0 í steðginum móti Føroyum í HM-undankappingardystinum í Netanya.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá margháttligu støðuni og brotssparkinum.











