##med2##
- Tað kann tykjast løgið, at ein sigur tað tá ein hevur tapt 4-1, men eg haldi, at liðið avrikaði væl í dag. Tað heldur høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.
NSÍ – EB/Streymur 4-1 (2-1)
1-0: Klæmint A. Olsen
2-0: Klæmint A. Olsen
2-1: Sjálvmál
3-1: Jesper Christjansen
4-1: Búi Egilsson
Jákup Martin Joensen minnir á, at unga liðið hjá honum framvegis er í einari menningartilgongd. Jákup Martin er eisini stoltur av, at hann móti dystarenda kundi seta tveir sekstan ár gamlar spælarar á vøllin, Jákup Hummeland og Sverra Mariusarson.
Viðmerkjarin hjá FM1 til dystin við Løkin í Runavík, Trygvi Mortensen heldur, at hugburðurin hjá EB/Streymi var sera góður, og hann heldur, at unga liðið hjá sundalagsmonnum sær spennandi út til framtíðina.
Trygvi Mortensen slær tó fast, at samanumtikið vann NSÍ dystin rættiliga trygt.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup Martin Joensen.
2) Hoyr Petur Asbjørn Lervig taka samanum dystin saman við Trygva Mortensen, ið var viðmerkjari hjá FM1 við Løkin í Runavík í kvøld.
HER ber til at hoyra Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fimm málunum í dystinum. Hoyr eisini samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl.