Leygardagin 26. juli verður byrjað við diskuskasti og spjótkasti, meðan kappast verður í hamarkasti og kúlustoyti sunnudagin 27. juli. Kappast verður eftir altjóða reglum, har øll fyrst fáa trý kast og síðan fáa átta tey bestu trý afturat. Kappingarnar fara fram á kastivøllinum við Eysturskúlan, og verður byrja kl. 14.00 báðar dagarnar. Kappingin er opin, tað vil siga at øll sum eru fødd í 1992 ella fyrr kunna luttaka.