FM og Europa og niðurflyting eru á skrá

Tað er stutt millum dystirnar hjá feløgunum, sum í hesum døgum eru upptikin í europeiskum fótbólti

Í dag er stórur fótbóltsdagur. Umframt at KÍ fer at spæla á heimavølli í Europa Conference League ímóti FK Sutjeska úr Montenegro, so vera tveir dystir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum, tveir dystir í 1. deild og tríggir dystir í bestu kvinnudeildini.

 

Hinir tríggir dystirnir í bestu deildini hjá monnum eru ásettir at vera sunnudagin 31. juli. Hjá KÍ vera tað næstan fýra samdøgur frá europeiska heimadystinum í kvøld og til landskappingardystin á heimavølli ímóti B68

 

Felags fyri Víking og B36 er, at tey hóskvøldið skulu spæla í Europa Conference League á útivølli, og a longu sunnudagin skulu tørna til aftur í heimligu landskappingini. Eftir at hava ferðast til hús aftur úr San Marino, har fyrsta bríksl imóti Tre Fiori er sett at vera hóskvøldið klokkan 19.45, er B36 sett til sunnudagin at spæla á heimavølli ímóti Skála.

 

Víkingur eigur hóskvøldið klokkan 20.00 stóra avbjóðing í Slovakia ímóti Dunajská Streda, og so skal Víkingur sunnudagin spæla í Gundadali ímóti HB.

 

-

 

Mikudagin 27. juli

 

NSÍ – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 18.00

 

AB – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 18.00

 

Sunnudagin 31. juli

 

KÍ – B68: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl.

 

B36 – Skála: Petur Reinert kl.

 

-

 

15141043443
Víkingur151212461337
HB15843281828
B3615717261422
EB/Streymur15627213020
AB15519234316
07 Vestur15438193615
NSÍ155010213915
B68153210133311
Skála1515917278