FM liðið hjá B36 10 prosent niður í løn

B36 boðar á heimasíðuni frá, at 1.liðshópurin fer 10% niður løn. Inntøkurnar standa ikki í mát við útreiðslurnar og tí má sparast. Hóast liðið hevur havt stóra framgongd á vøllinum og vann FM heitið í fjør, megnar felagið ikki at fáa javnvág í rokniskapin. Formaðurin í B36 avsannar tó, at talan er um eitt krepputiltak, men ásannar at okkurt mátti gerast.

 

- Hetta er ikki eitt krepputiltak, men eingin ivi er um, at gera vit einki, so kann tað væl enda við kreppu. Tí ynsktu vit longu nú at fáa eina betri javnvág millum inntøkur og útreiðslur. Tað vil altíð vera eitt av aðalmálum okkara, at raksturin skal hvíla á einum fíggjarliga forsvarligum grundarlag, og hetta átakið saman við fleiri øðrum er avgjørt við til at tryggja, at so er , sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36 við heimasíðuna.

 

Leikararnir hjá B36 siga seg skilja støðuna og hava í felag tikið undir við sparitiltakinum, tað sigur liðskiparin hjá B36, Klæmint Matras.

 

- Tá nevndin hevði nevnt hesar ætlanir, fingu vit frið at sita saman og tosa um tingini. Men eg haldi ikki, at vit brúktu meira enn einar fimm minuttir, áðrenn okkara støða var greið. Sjálvur var eg als ikki í iva, og eg eri fegin um, at hópurin stendur saman um hetta. Tað gevur okkum frið at líta frameftir, og har er tað enn sum áður næsti dystur, sum telur mest, sigur Klæmint Matras.

 

B36 formaðurin fegnast um avgerðina hjá leikarunum.

 

- Eg eri sera fegin um ta ábyrgdarkenslu, sum spælararnir hava víst við at taka undir við hesum, sigur Sámal Ímundarson.

 

B36 var um ársskiftið 2008 og 2009 í fíggjarligum trupulleikum og bleiv nærmast bjargað á málstrikuni. Einki bendir á at talan er um eina eins álvarsama støðu, men heldur at felagið vil fyribyrgja at koma í eina líknandi støðu. B36 hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og hevur fult stigatal eftir tvey umfør.