Fyri 10 -15 árum síðani var vanligt, at innandyrakappingar vórðu í Vági eftir kappingarlok. Hesar vórðu væl vitjaðar og væl umtóktar, tí spælarar hittust undir øðrum umstøðum og hugnaðu sær saman.
Nú hevur Vágur fingið góðar ítróotarkarmar, og verður skipað fyri ymiskum í kjalarvørrinum á hesum.
Júst sum í gomlum døgum, verður nú skipað fyri ørðvísi FM kapping í Vági eftir kappingarlok. Fyrr var kappingin í Ítróttarhøllini. Nú verður kappingin í Marghøllini.
Hetta skrivar Marghøllin í sínum fb-vanga.
Kappingin verður í døgunum 9. til 11. november.










