FM favorittarnir skoraðu sigursmálið í evstu løtu

EB/Streymur misti javnleikin í Klaksvík í evstu løtu, tá ið KÍ skoraði sigursmálið við síðsta skotinum í Klaksvík í dag

Tað var um reppið, at KÍ aftur í dag misti tvey stig í FM kappingini. Ímillum finalurnar um pláss í Europa League ímóti Sheriff úr Moldolva var setningurin hjá stórfavorittunum í dag at vinna á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Á pappírinum kundi tað sæð út til, at talan var mest sum um avgreiðsluspurning, men soleiðis varð tað ikki. Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Bogi Reinert-Petersen, sum av álvara tykist trívast í leiklutinum sum álopsspælari hjá EB/Streymi, til 2-2, og heilt leingi sá tað út til, at hetta fór at verða úrslitið, hóast heimaliðið spenti álopsbogan í botn.

 

Síðsta hálva tíman skolaðu álopinum ímóti málinum hjá gestunum. KÍ hevði nógvar stórar málmøguleikar, og Steven Van Dijk bjargaði fleiri ferðir. Í seinna hálvleiki vórðu Luc Kassi, Árni Frederiksberg og eisini Páll A. Klettskarð skiftir inn, men tað sá ikki út til, at tað fór at eydnast KÍ at vinna, og at KÍ fyri triðju ferð á rað ikki fór at vinna fulla úrtøku í landskappingardysti.

 

So var tað, at álopshugaði vongverjin í høgru Jóannes K. Danielsen og eftir upplegg frá liðformanninum Jákupi B. Andreasen setti bóltin í netið, og heimafagnaðurin var so stórur, sum hann sjáldan hevur verið áður. Fyri KÍ spælararnar var hetta ein øgiligur lætti, áðrenn teir nú fara at fyrireika seg til týsdagin, tá ið teir fara á flog, og tá ið teir hósdagin fara at spæla á útivølli ímóti Sheriff.

 

-Eg haldi, at dómarin kundi havt bríkslað fyri síðstu ferð, tá ið tíðin var farin meiri enn fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, men hann valdi at geva teimum eitt innkast aftrat, og so skoraðu teir. Hetta er onnur ferðin í ár, at vit tapa við einum máli í Klaksvík. Fyrsta tíman vóru vit heilt væl við, men tá ið teir skiftu Árna Frederiksberg, Luc Kassi og so Páll A. Klettskarð inn, so øktist trýstið støðugt, og tað endaði við, at teir skoraðu sigursmálið. Men vit eru nøgdir við hugburðin, sigur Sigfríður S. Skaale, venjari hjá EB/Streymi.

 

-Tað var kærkomið, at vit vunnu trý stig. Bólturin hoppaði einar tíggju ferðir á og frammanfyri málstrikuna, so tað var ikki annað enn rímuligt, at vit vunnu øll stigini. Kenslan var góð, tá ið vit skoraðu sigursmálið. Vit hava verið pressaðir seinastu vikurnar, men tað ber ikki til at spæla eitt kappingarár uttan onkra mótgongd. Nú var tað kærkomið at fara í landsliðssteðg við trimum stigum, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen.

 

Alt sá út til at vera, sum tað varð væntað, tá ið Odmar Færø eftir horna frá Mads Bo Mikkelsen stútai til 1-0. Tað var í triðja minutti, men fimm minuttir seinni var 1-1. Málskjútti var Gutti Dahl-Olsen, og uppleggið átti Bogi Reinert Petersen.

 

Tíggju minuttir undan steðginum legði KÍ seg á odda 2-1. Málskjútti var Sivert Gussiås eftir innlegg úr høgru frá Jóannesi K. Danielsen.