FM í estetiskum fimleiki í morgin

FM-kappingin, sum Føroya Fimleikasamband skipar fyri verður fyri bæði gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

 

10 lið frá Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk fara at taka lut í FM-kappingini á Hálsi.

 

Spenningurin er sera stórur til hesa kapping, tí undanfarnar kappingar hava víst, at liðini hava førkað seg nógv og liggja tætt at hvørjum øðrum.

 

Liðini hava vant sera nógv til Føroyameistarakappingina, og dómararnar hava vitjað liðini seinastu tíðina, fyri at gjøgnumganga krøvini í seriuni so, at alt telur við. Okkurt er tikið burtur og annað er sett inn ístaðin, sum gevur betri úrslit.

 

Kappingin hjá kvinnunum verður eftir nógvum sólarmerkjum tann mest spennandi kappingin, tí her vinnur vinnarin hjá kvinnum eisini luttøku í altjóðari kapping, sum altjóða fimleikasambandið, IFAGG skipar fyri seinni í ár. Tað verður upp til vinnandi kvinnuliðið sjálvt, um hesar vilja taka lut í HM-kappingini, sum verður miðjan juni í Bulgaria.

 

Dómarnir verða 12 í tali, fýra í hvørjum bólki, dømt verður í tekniskum, listarligum og fyri framførslu.